 |
Category: Music
ORKA er í uppskoti til Planet virðislønina fyri besta nýggja bólk. Fyri at atkvøða fyri ORKA kanst tú senda eini sms boð til 1930, við kotuni pla nb5. Planet.fo skrivar:
"Orka er longu frammanundan í uppskoti til planetina sum besti føroyski bólkur ella einstaklingur, nú er enn ein tilnevning veruleiki. Orka hevur nøkur ár á baki, sum verkætlan spældi Orka fløgu sína inn á eini konsert í einum fjósi gamlaárskvøld í 2005, og hóast Orka luttók í sangkappingini í sambandi við AME í fjør, so er tað ikki fyrr enn í ár, at fløgan kom út, og bólkurin byrjaði at spæla, tí er hann í uppskoti planeta til besta nýggja bólk ella einstakling. Tónleikurin er slóðbrótandi og spældur á heimagjørd ljóðføri, ið skapa eina heilt serliga ljóðmynd. Bæði føroyingar og umheimurin hava longu varðnast Orku, ið júst hava verið húsorkestust á Transmusicales festivalinum í Rennes í Fraklandi. Framførslurnar her fingu góða umrøðu í nógvum fronskum og bretskum miðlum. Eisini fekk Orka tilboð um, at spæla á Noise of Art festivalinum í Royal Festival Hall í London.
Fyri at atkvøða fyri Orku send eini sms boð til 1930, við kotuni pla nb5. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka. Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar"
1:53 AM
Powered by  | | English | | Albanian | | Arabic | | Bulgarian | | Catalan | | Chinese | | Croatian | | Czech | | Danish | | Dutch | | Estonian | | Filipino | | Finnish | | French | | Galician | | German | | Greek | | Hebrew | | Hindi | | Hungarian | | Indonesian | | Italian | | Japanese | | Korean | | Latvian | | Lithuanian | | Maltese | | Norwegian | | Polish | | Portuguese | | Romanian | | Russian | | Serbian | | Slovak | | Slovenian | | Spanish | | Swedish | | Thai | | Turkish | | Ukrainian | | Vietnamese |
|